Koyrir tú við farmi, so minst til at gera tað við umhugsni soleiðis at fólk og farmur ikki hindrað fyri fríum útsýni ella møguleikanum at stýra bilinum forsvarliga.
Farmur skal vera soleiðis havdur at hann ikki er til vanda fyri fólk, hann má eitt nú ikki dragast aftaná ella detta niður á vegin ella órógva ferðsluna o.s.fr.
Bótin fyri ikki at hava farmin forsvarliga liggur umleið 400-500 kr., men harafturat kemur, at møguleiki er fyri at leggja upp til frádøming av koyrikortinum eins og við brot á víkiskylduni.
Sjálv bótin stendur ikki í mát við tann lívsvanda, sum kann standa av tílíkum gáloysni. Bótin svarar til eina perkeringsbót og eingin lívsvandi er við at parkera ein hálvan tíma ov leingi.
Sum oftast um farmurin er dottin niður á vegin ella koyrt verður við last sum ov illa fest ella sum ger tað torført at føra bilin forsvarliga, tekur ákæruvaldið málið í rættin fyri at fáa dømt eina treytaða frádøming.
Um tað eru serliga skilaleys viðurskifti við lastini ella man áður hevur eina treytaða frádøming, so verður lagt upp til treytaleysa frádøming. (be)