Gáloysni kostar lív
Ráðið fyri Ferðslutrygd varpar í hesum døgum í samstarvi við Tryggingarfelagið Føroyar ljós á vandan við gáloysni í ferðsluni. Gáloysni er ein støða, har tú sum bilførari í eitt styttri ella longri tíðarbil ikki gáar um koyriuppgávuna, orsakað av virksemi ella hendingum, sum eru óneyðug fyri koyringina. Kanningar vísa, at 30% av øllum ferðsluvanlukkum hava gáloysni sum avgerandi orsøk.
Fartelefonir hava alt fleiri møguleikar, og vit hava tær við okkum alla staðni. Við einum klikki kanst tú lesa teldupost, tíðindi, veður, sms og Facebook. Hetta kann gerast ein avbjóðing í ferðsluni, tá vandin fyri gáloysnum bilførarum veksur.
Flestalt virksemi inni í bilinum, ið hevur við sær gáloysni, er virksemi, ið tú kundi sloppið tær undan. Her verður hugsað um til dømis nýtslu av fartelefon, GPS-útgerð, at eta/drekka, at roykja og at leita eftir mistum lutum.
Koyrir tú 80 km/t og hyggur eftir telefonini í bert 4 sekund, merkir hetta, at tú koyrir 89 metrar í blindum. Tað er ikki trygt.
Annarhvør føroyingur brúkar fartelefon, meðan hann koyrir bil.
Nýggj Gallupkanning, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur latið gjørt í november 2011 vísir, at meira enn helvtin av føroyingum javnan tosa í handhildna fartelefon, meðan teir koyra bil. Eisini vísir kanningin, at fjórði hvør føroyingur javnan brúkar fartelefonina til at lesa ella senda sms/teldupost ella til spøl, meðan hann koyrir bil. Hetta vísir, at tørvur er á at minna føroyingar á at taka koyriuppgávuna í størsta álvara.
Tað eru tey, sum halda, at tað eru hendingar og lutir uttan fyri bilin, sum gera bilførarar gáloysnar, men veruleikin er, at stórur partur av keldunum eru at finna inni í bilinum. Gáloysni kann vera orsakað av mongum ymiskum, og tað skal so lítið til, til dømis, at tú tosar í telefon, stillar útvarp, skiftir fløgu, sissar børn, smyr tær, etur, ert lin/ur ella lesur sms.
Hesar gerðir økja munandi um vandan fyri vanlukku, tí tú reagerar ov seint og spakuliga í óvæntaðum støðum. Hyggur tú burtur frá vegnum, kann til dømis koma fyri, at tú ikki sært broyttu ferðslustøðuna og ikki fært stundir at bremsa.
RFF vísir á, at tað er serstakliga umráðandi, at bilførarar hugsavna seg um at koyra bil, tá teir sita handan róðrið. Tað kann vera lívshættisligt at hava krevjandi samrøður ella at lesa/senda sms, tá tú koyrir bil.
Hvat kanst tú gera at basa gáloysni?
Stilla útvarpið ella tendra fløguna áðrenn túrin
Ikki leita eftir lutum, sum tú missir niður – finn teir, tá tú ert komin fram
Brúka ongantíð handhildna telefon, meðan tú koyrir
Um børnini órógva, koyr á eitt trygd stað, og sissa tey, áðrenn tú koyrir víðari
Mótmæl um bilførarin brúkar handhildna telefon
Steðga á tryggum staði, um ein samrøða krevur títt uppmerksemi
Skriva ella les ongantíð sms, meðan tú koyrir
Fjøltáttað lýsingarátak
Endamálið við átakinum er at broyta hugburðin, ”Eg kann gott gera ymiskt annað, meðan eg koyri bil,” við at minna okkum á, at tað skal lítið til, at vanlukkan kann raka. Við átakinum vil ráðið hava bilførarar at virða koyriuppgávuna í sær sjálvari, og hugsavna seg um hana, tá teir sita aftanfyri róðrið. Kunning um hvat gáloysni er og góð ráð verða givin við hesum virksemi:
Kelda:Ráðið fyri Ferðslutrygd