Gongubreyt uttan á Brúnna um Streym

– Ferðslutrygdin á brúnni um Streymin verður munandi bøtt, tá umvælingin av brúnni er endaliga liðug móti sumri. Ein gongubrúgv upp á hálvan annan metur verður sett upp uttan á verandi brúgv á norðursíðuni. Umframt at tryggja tey ferðandi til gongu, hevur hendan ferðsluábótin tann fyrimunin, at samlaða vegbreiddin á brúnni fer úr tilsamans seks metrum upp í átta metrar. Tað merkir, at ein vegøksl upp á ein metur kemur afturat hvørji koyribreyt, sigur Heini Eysturoy, leiðari á vegadeildini á Landsverki.

Scroll to Top