GPS-útgerð

Ikki fegin um gongdina

Fleiri og fleiri akfør eru útgjørd við navigationsútgerð, sum ger tað møguligt hjá bilføraranum at finna nýggjar vegir. Í fyrsta viðfangi ljóðar tað gott, men Per Foldal Jakobsen úr Faaborg-Midtfyn Kommunu er ikki fegin um gongdina. Trupulleikin er, at lastbilar í stóran mun flyta seg frá teimum ferðslutryggu vegunum til lítlar og meira vandamiklar vegir. Jesper Sølund frá Rådet for Større Færdselssikkerhed í Danmark hevur ikki hoyrt um hendan trupulleika áður, men sigur at tað er óheppið, um navigatiónsútgerðin førkar ferðsluna til minni tryggar vegir. (be)

Scroll to Top