Hvør vil ikki fegin hava ein gyltan Posche
Fyri at vekja ans á stevnuni Stockohlm Gold Fair gjødi fyritøkan Visualis ikki mætari en at klæða ein Poshe við 22 karat gull.
Hvør vil ikki fegin hava ein gyltan Posche Boxter standandi uttanfyri síni hús?
Ynskir tú at nábúgvin skal hava nakað at tosa um, skuldi tú fyri stuttari tíð síðani verði og vitja gullstevnuna Stockholm Gold Fair og har keypt tann gylta, týska sportvognin, sum er gyltur við 22 karat gull av týsku marknaðar-fyritøkuni Visualis.
Sambært svensa Expressen er tað fyrstu ferð, at bilurin stendur til sølu. Men Visualis skal framleiða átta bilar afturat so tú hevur framhaldandi møguleikan at ogna tær ein líknandi bil. Prísurin er nakrar milliónir kr.
Høðusevni á stevnuni var annars gull sum íløguevni. (be)