Høghælaðir skógvar eru hættisligir í ferðsluni
Høghælaðir skógvar í bilinum kann føra til ferðsluskaða, ávarar bretsk tryggingarfelag fyri kvinnur.
At hevda at kvinnuligir bilførarar sum eru í høghælaðum skógvum, eru ein vansi, ljóðar kanska til at vera langt úti, men sambært einari bretskari kanning gjørd av Sheilas´Wheels, sum er eitt tryggingarfelag fyri kvinnuligar bilførarar, sær tað út sum um, at tað veruliga er so.
Høgur hælur er óstøðugur við atliti til undirlagið á bilinum. Tað kann vera vandamikið, tá koyrt verður bil. Koyriskógvar skulu vera flatir.
Kanningin vísir, at 65 prosent av teimum spurdu kvinnuligu bilførarum sakna góð ráð um, hvat tær skulu fara í tá tær skulu koyra bil.
Tað kann vera eitt súreplið ella ein tóm sodavatnsdós, sum liggur og rullar runt. Tað kann ganga heilt galið, um dósin ella súreplið kemur í klemmu undir bremsupedalini.
Í somu kanning ávarar tey ímóti klip-klapparum, altso leysar sandalir, sum ikki sita fastir um hælin. Teir kunn lætt “smúgva” meðan arbeitt verður við pelalunum.
Legg eisini til merkis, at eldri bilar oftani hava slitið gummi á pedalini. Um ein kann síggja metal niðri á pedalinum, er tíð til at skifta nýtt gummi.
Ein samanseting av vátum skógvum og berum pedalum er ein sera vandamikil samanseting tí fóturin lættliga kann glíða av pedalinum. (be)