HJÁLPARIN (lítla teoribókin) Er ein leiðbeinari, ið inniheldur tey neyðugu amboðini fyri at skilja og klára royndirnar á Akstvouni.
HJÁLPARIN TEORI 2022
Hendan síðan er gjørd til tín, og tað er sera umráðandi, at tú dugir hetta uttanat, áðrenn tú skalt upp til teoriroyndina ….. so ert tú mestsum vís/ur í at standa royndina fyrstu ferð.
Hámarksferð: Bilur og MC
Í bygdum øki: 50 km/t
Uttan fyri bygt øki: 80 km/t.
Á motorferðsluvegi: 80 km/t.
Á motorvegi: 130 km/t.
Ferðarminking skal gerast í/við:
Krossveg við vánaligum sýni ( t.d. um trø, garður ella parkeraðir bilar eru fyri)
Sving við vánaligum sýni
Gonguteigar við vánaligum sýni
Brekku við vánaligum sýni
Mótkoyrandi ferðslu á smølum vegi
Fram ímóti jarnbreyt (umløgu)
Um rennandi, spælandi og súkklandi børn eru á vegnum
Vánaligt vegtak (t.d. hálka, vatn og grús)
Vánaligt sýni (t.d. mjørki, kavi og regn)
Mesta ferð hjá ymsum akførum.
Í fjølbygdum øki:
Bussur yvir 3.500 kg: vanligt hægstamark, 50 km/t, tó skjótari, um tað er skiltað.
Lastbilur yvir 3.500 kg: vanligt hægstamark, 50 km/t, eisini um skiltað er við meiri ferð.
Bilur við viðfestisvogni: vanligt hægstamark, 50 km/t, eisini um skiltað er við meiri ferð.
Seintkoyrandi akfør: vanligt hægstamark, 30 km/t. (t.d. traktorar og motoramboð).
Uttan fyri fjølbygt øki:
Bussur yvir 3.500 kg: vanligt hægstamark, 70 km/t.
Lastbilur yvir 3.500 kg: vanligt hægstamark, 70 km/t.
Bilur við viðfestisvogni: vanligt hægstamark, 70 km/t.
Seintkoyrandi akfør: vanligt hægstamark, 30 km/t. (t.d. traktorar og motoramboð).
Á motorferðsluvegi:
Bussur yvir 3.500 kg: vanligt hægstamark, 80 km/t.
Lastbilur yvir 3.500 kg: vanligt hægstamark, 80 km/t.
Bilur við viðfestisvogni: vanligt hægstamark, 80 km/t.
Seintkoyrandi akfør: bannað.
Á motorvegi:
Bussur yvir 3.500 kg: vanligt hægstamark, 80 km/t.
Lastbilur yvir 3.500 kg: vanligt hægstamark, 80 km/t.
Bilur við viðfestisvogni: vanligt hægstamark, 80 km/t.
Seintkoyrandi akfør: bannað.
Promilla / Rúsdrekka og onnur rúsandi evnir:
Mest loyvda promilla í blóðinum, um tú ikki ert ein partur av einum óhappi = 0,20
Mest loyvda promilla í blóðinum, um tú ert partur av einum óhappi = 0,00
Tú skal ongantíð lata persóni koyrirættin, um tú veitst ella átti at vitað, at viðkomandi er ávirkaður av rúsdrekka (hevur smakkað sær á) ella er ávirkaður av tilvitsávirkandi evni ella rúsevnum.
Heilivágur kann vera eins vandamikil og rúsdrekka. Tekur tú tað saman við rúsdrekka, er tað rættiliga vandamikið.
Løgreglan kann til eina og hvørja tíð steðga tær og krevja ein útandingarroynd.
Null-mark er sett fyri tilvitsávirkandi evni ella rúsevnum.
Viðurskifti fram við vegnum
Tú skalt ansa serliga væl eftir, tá ið eitt av niðanfyri standandi fyribrigdum fær ella kann fáa týdning fyri tína framhaldandi koyring.
Men minst til, at tað er altíð tað nærmasta, ið hevur størsta týdning. Eru t. d. børn á akbreytini, skalt tú ikki hugsa um vegamótið (krossvegin) longri frammi.
Hvussu vegurin gongur:
Støð við vánaligum sýni ella plássið verður minni.
Krossvegur, rundkoyring, sving, brekka, jarnbreyt og har vegurin smalkar.
Hvussu vegurin verður nýttur:
Um tú sært ella verður ávarað/ur um aðra nýtslu av akbreyt.
Nógv ferðsla og hvat slag, til dømis skúli, farstøð (statión), handilsdepil (keypssentur), ítróttarøki v.m.
Umstøðurnar fram við vegnum:
Nakað sum er úti við vegin (vegjaðaran), ið ger tína koyring truplari/vandameiri.
Handilsgøta / íbúargøta (nógv gangandi á ella við vegin). Trø sum skugga fyri sólini, t.d. um veturin tá ið ísur liggur á vegnum og trøini skugga fyri, so ísurin verður liggjandi, har skuggin røkkur. Plantur, bøur, jørð, velta (gróður), skógur, opnar markir o.s.fr fram við vegnum
Hvussu vegurin er útgjørdur
(Hvussu góður og tryggur er vegurin)
Nakað sum ger, at tú skal vera eyka varin, til dømis um
Fólk eru til gongu, men eingin gongubreyt, ella fólk á súkklu,men eingin súkklubreyt. Eisini um farbreytarstrikur mangla ella vegurin ikki er upplýstur í myrkri.
Hvørjum standi vegurin er í
Eitt hvørt sum ger, at vegtakið er vánaligt, t.d. skervur, grús, kavi, ísur og líknandi hevur týdning fyri, hvørjum standi vegurin er í.
Hvønn bólk vegurin hoyrir til (Hvat slag av vegi, talan er um).
Vegur við egnum reglum og koyriháttum. Allir vegir, sum eru merktir við einum skelti, til dømis: Motorvegur, Motorferðsluvegur, Høvuðsvegur, Gongugøta, Spæligøta (gøtutún), Lágferðarøki.
Skalt tú vera sera ansin um?
Hvussu vegurin gongur
Tú skalt svara “JA” til “Eg ansi serliga eftir, hvussu vegurin gongur” tá ið tú koyrir:
– Niðan brekku (høvd)
– Fram ímóti svingi (vegbugi)
– Fram ímóti øllum vegamótum / krossvegum
– Fram ímóti jarnbreyt (umløgu)
– Fram ímóti minni plássi á vegnum (tá ið vegurin smalkar framman fyri okkum)
Hvør brúkar vegin (Hvat vegurin verður nýttur til).
Tú skalt svara “JA” til “Hvør brúkar vegin”, tá ið tú sært:
Skúlar/barnagarðar/stovnar
Handilsgøtu
– Ítróttarøki (ítróttarhøll / fótbóltsvøllur / svimjihøll v.m.)
– við parkeraðum bilum
– um “børn við vegin”
– Busssteðgipláss (nógv fólk)
Umstøðurnar fram við vegnum
Tú skalt svara “JA” til “Umstøðurnar fram við vegnum”, tá ið tú sært:
– Trø sum kasta suggar á vegin (vegurin kann vera hálur, har sólin ikki sleppur framat) /brún) sum um heystið falla av trøum niður á akbreytina.
– Bløð (gul/brún) sum um hestið falla av trøum niður á akbreytina.
– Sjógvi/tjørn/hav sum elva til váta akbreyt ( tað spruttar yvir á vegin).
– Handilsgøtu / íbúargøtu (nógv gangandi á ella við vegin / Høg hús fram við vegnum).
Hvussu vegurin er útgjørdur (Hvussu góður og tryggur vegurin er.)
Tú skalt svara “JA” til “Hvussu vegurin er útgjørdur”, tá ið tú sært:
at gongubreyt ella súkklubreyt manglar (um fólk er til gongu ella súkla er á vegnum).
Gonguteig ella gongubrúgv
Hvørjum standi vegurin er í
Tú skalt svara “JA” til “Hvørjum standi vegurin er” tá ið tú sært:
– Grús
– Kava
– ís
– Bløð fallin niður av trøum og liggja á farbreytini
– Vát farbreyt o.a sum ger at vegtakið ikki er gott
Hvønn bólk vegurin hoyrir til (Hvat slag av vegi, talan er um).
Tú skalt svara “JA” til “Hvat slag av vegi talan er um”, tá ið tú sært eitt kunningarskelti av:
– Motorveg
– Motorferðsluveg
– Spæli-og uppihaldsøki (er tað sama sum gongutún /spæligøta)
– Gongugøtu
– Láferðingarøki (ferðminkingarøki) er eitt øki við ferðslutálmarum. Eitthvørt sum ger, at tú mást seta ferðina niður, t.d. vegbunga. Við øðrum orðum… allir vegir og gøtur við skelti, sum sigur hvat slag av vegi/gøta tað er, skal svarast “JA”
Hvussu nógv ferðsla, talan er um:
Tú skalt svara “JA” til “Ferðslu á vegnum” tá ið tú sært:
– Parkeraðir bilar fram við vegnum
– Vegarbeiði og vegurin smalkar, men ongar gular strikur (sum vanliga eru tá ið vegarbeiði er)
– Handilsgøta (nógvir handlar)
– At børn eru á vegnum ella koma út á vegin
Yvirháling
Øll yvirháling skal altíð gerast vinstrumegin – Bara í einum føri hevur tú loyvi til at yvirhála høgrumegin, tað er tá ið bilurin frammanfyri sneiðir til vinstru. Ansa tá serliga væl eftir, at tú ikki koyrir inn á eina álagda breyt (ikki loyvt at yvirhála, um tú skalt til at koyra á eina breyt, sum er áløgd, til dømis súkklubreyt ella bussbreyt)
Ikki loyvt at yvirhála
– Framman fyri ella á jarnbreytkrossi
– Framman ella á gongubreyt, tó er loyvi at yvirhála súkklu, prutl og motorsúkkla um tað er gott sýnið yvir allan gonguteigin)
– Frammanfyri sving við vánaligum sýni
– Framman fyri ella í krossvegi (undantikið er tó, um tað eru 2 farbreytir, og bilurin frammanfyri snarar til vinstru, ella krossvegurin er stýrdur við ljóskurvum, ella løgreglumaður stýrir ferðsluni.
Víkiskylda
Treytaleys víkiskylda merkir, at tú skalt víkja fyri ferðslu frá vinstru og høgru. Um eingin kemur, skalt tú ikki steðga, tí so gert tú víkiskylduna til steðgiskyldu (STOP).
Treytaleysa víkiskyldu hevur tú, um tað eru hávatenn ella skelti, ið tilskilar treytaleysa víkiskyldu (tríkantur við spíssinum niðureftir).
Tú hevur eisini treytaleysa víkiskyldu, um tú koyrir
-Tvørtur um gongubreyt, súkklubreyt o.l
– Tvørtur um gongugøtu
– Út frá eigindómi ella grundstykki
– av parkeringsøki
– av bensinstøð
– av bíðiplássi
– av uppdyrkingarvegi (vegur út frá einari mark, bøi o.s.fr.), í hesum føri hevur tú tikið teg burtur úr ferðsluni, og tí hevur tú treytaleysa víkiskyldu, tá tú skal út í ferðsluna aftur.
Høgra víkiskylda merkir, at tú skalt víkja fyri koyrandi frá høgru, men samstundis skalt tú ansa eftir, um ferðsla frá vinstru víkur fyri tær.
Høgra víkiskyldu hevur tú, um tú ella hini ikki hava treytaleysa víkiskyldu.
Steðgur og parkering
Steðgur (Forboðsskeltið hevur eina skákstriku.(C62))
Ein og hvør háttur at seta akfar styttri enn 3 min. við ella uttan førara.
Skalt tú seta fólk av ella taka fólk uppí ella steðga til av- og áskipan, verður tað ikki roknað sum parkering. Í tílíkum førum er eingin tíðaravmarking.
Parkering er
Ein og hvør háttur at seta akfar longri enn 3 min. við ella uttan førara. Undantikið er steðgur at seta fólk av ella taka fólk uppí ella av- og áskipan.
Parkering bannað (Forboðsskeltið hevur tvær skákstrikur (C61))
Støð har parkering ikki er loyvd uttan at tað við undirskelti tilskilar nakað annað: (Parkering ikki loyvd merkir, at tú gjarna kanst steðga)
Við jarnbreytarumløgu ikki nærri enn 30 metrar frá sporunum
Framman fyri portur ella útkoyring, men gjarna steðga
Við síðuna av øðrum akfari (2 positión), men gjarna steðga.
Steðgur og parkering bannað
Tað eru støð, har steðgur og parkering ikki eru loyvd, uttan tá ið undirskelti tilskilar nakað annað.
Tað eru støð, sum eru til vanda ella ampa fyri onnur, serstakliga um onnur noyðast yvir í mótkoyrandi breyt.
Um tú sjálv/ur hevur ella fært trupulleika av at koyra fram við einum, sum er steðgaður ella parkeraður, er tað ivaleyst eisini forboðið hjá tær at steðga/parkera á sama hátt.
Steðgur og parkering bannað
– í brekku i við singum sýnið har ferðslan aftanfyri verður noydd at fara yvir á mótkoyrandi farbreyt
– í svingi við singum sýnið har ferðslan aftanfyri verður noydd at fara yvir á mótkoyrandi farbreyt
– Framman fyri gonguteig og Ikki nærri enn 10 metrar, men gjarna beint aftaná
– Har súkklubreyt endar og ikki nærri enn 5 metrar frá útkoyringini
– Framman fyri hindurstriku og ikki nærri enn 5 metrar frá, har strikan byrjar
– Við krossveg og ikki nærri enn 5 metrar frammanfyri og aftanfyri
– Á jarnbreytarspori
– Gul málað marknastrika (jaðarastrika) óbrotin/heil strika
– Undir vegabrúgv
– Á klivbreyt
– Á súkklubreyt
– Pláss til hýruvogn (taxa)
– Við busssteðgipláss , tú skal vera minst 12 metrar frá buss-skeltinum
– Parkeringspláss til brekað
– á mótkoyrandi vegsíðu um tað er vegur við nógvari ferðslu to er loyvi um um vegurin er einvegis
Tað er loyvt at steðga og parkera í vinstru síðu á:
– á einum vegi sum er EINVEGIS
– á vegi við lítlari ferðslu (t.d. vegur har bussar ikki koyra í fastari rutu).
NÓGV BRÚKT EVNI TIL TEORIROYNDINA
Ígongdseting frá vegjaðara: Er tað ikki frítt aftanfyri, so minst til altíð at ansa væl at eingin ferðsla kemur aftanfyr við at hyggja aftur um teg. – ikki ansa serliga eftir mótkoyrandi um teir ikki eru í tínari breyt.
Ferðin: Skal altíð lagast eftir umstøðunum.
– í bygdum øki mást tú einans koyra hægst loyvdu ferðina – 50 km/t., bert um umstøðurnar loyva tí; og 80 km/t í óbygdum øki um umstøðurnar loyva tí.
– ferðin skal næstan altíð niður, tá ið koyrt verður fram móti krossvegi uttan ferðsluljós.
– minst til at ferðin skal vera umleið 20 km/,t tá tað er høgra víkiskylda og umleið 30 km/t, um hini hava treytaleysa víkiskyldu.
– ferðina niður tá koyrt verður framvið børnum. Vit hava ábyrgdina av t.d. børnum og børnum/vaskanum á súkklu.
Vánaligt vegtak: Tað er einans vánaligt vegtak, um tú kanst síggja at tað er vánaligt.
Minst til, at skuggar ella bløð, sum av trøum falla niður á akbreytina, styrkja møguleikan fyri hálari akbreyt.
Skelti: Tað verður næstan altíð spurt um: Hvat merkir skeltið, og hvønn týdning hevur tað fyri tína framhaldandi koyring.
Gangandi: Ansa eftir teimum, tey eru tín ábyrgd. Hesum skalt tú halda av fyri ella geva rúmd fyri: børnum, skúlapatruljum og eldri fólki.
Súkklistur: Ansa eftir teimum, tað er okkara ábyrgd – serstakliga við krossveg, og tá ið vit snara, tey síggja t.d. ofta ikki litirnar í ljóskurvini.
Plasering: So langt til høgru sum til ber, so skjótt tað eru trupulleikar við mótkoyrandi, ov lítið pláss ella líknandi.
Vinstrasving: Halt av fyri mótkoyrandi, byrja ikki at snara, um tú ikki er heilt vís/ur í, at tú fært nóg góðar stundir til at klára tað.
Høgrasving: Hygg eftir súkklum og prutlum, sum kunnu koma aftan fyri teg á høgru síðu. Koyr út á høgru síðu, um eingin er aftanfyri, so forðar tú súkklum og prutlum at koma upp á síðuna av tær.
Steðgar tú framman fyri gonguteigin fyri at loyva gangandi tvørturum, áðrenn tú snarar, skal tað vera á ein tílíkan hátt, at tú ikki ert til ampa fyri súkklandi.
Yvirháling: Kunna teg væl, áðrenn tú byrjar at yvirhála. Tað er umráðandi, at tú sært alt strekkið, tær tørvar til tína yvirháling – also púrasta frítt – eingin mótkoyrandi, súkklandi, gangandi, dýr, skeltið “Yvirháling forboðin” (C51), vegamerkingar og so framvegis.
Børn: Rennandi – spælandi og súkklandi børn eru so at siga altíð eitt vandamál, tí skalt tú altíð vera sera ansin.
Løgreglumaður Sært tú bringu ella bak, merkir tað “STEÐGA” (reytt ljós)
í krossvegi: vendir løgreglumaðurin síðuna móti tær (uttan at lyfta armin upp) skalt tú koyra.
Gular strikur: Gular strikur á vegnum taka valdið á teimum hvítu strikunum, sum eru langs eftir vegnum.. Tað er fyribils í sambandi við vegarbeiði. GG: Steðgistrika og gonguteigur eru undantikin.
Á motorvegi
Er ikki loyvt at:
– venda
– bakka
– steðga
– parkera
– tú mást heldur ikki brúka neyðtelefonina til annað enn at senda boð eftir hjálp.
– neyðbreytin er til neyðsendarakfør, tað sama er “geilin” í miðrásini (miðøkslin).
Tá ið tú kemur á innkoyringarbreytina til motorvegin ella á motorvegin, har hann byrjar, skalt tú økja ferina ella laga ferðina eftir ferðsluni á motorvegnum.
Ferðslutillagan: Tað er umráðandi, at tú gert títt til, at ferðslan gongur smidliga. Tað merkir, at tú ikki koyrir sum ein snigil í ferðsluni. Um møguligt, koyr so fram um lastbil, traktor ella buss – tað veldst sjálvandi um, hvørjar ferðeginleikar títt akfar hevur samanborið við hini.
Støddin á akfarinum: Hægst loyvda mát : 12 metrar langt, 4 metrar høgt og 2,55 breitt, við ella uttan førning.
Sera ansin: Hvat er tað nú, tað meinast við. Tú skal bert verða seran ansin eftir tí sum hevur týdning fyri tína koyrin her og nú. Onkur ella okkurt framman fyri ella aftan fyri teg, sum kann fáa týdning ella við vissu fær týdning fyri tína framhaldandi koyring.
Les hesar síður væl, so tú ert væl fyrireikaður til teoriroyndina. Ivast tú í einum hvørjum, so er eitt gott hugskot at gera teoriroyndirnar á www.teoriroynd.fo
Góða eydnu
KOYRILÆRARIN
/Benny Ejdesgaard
Útgevari og skriva: KOYRILÆRARIN /Benny Ejdesgaard
Tel.: (+298) 737475
100 Tórshavn
www.koyrikort.fo