Hvat er ein treytað frádøming?

Um tú í royndartíðini, sum er 3 ár frá treytaðu frádømingini, fremur eitt nýtt brot, sum av sær sjálvum ”bert” førir við sær eina treytaða frádøming, so verður koyrikortið frádømt treytaleyst í minsta lagi 6 mánaðir.

Stendur tú ikki eftiransandi koyriroyndina, verður koyrikortið inndrigið. Og tað er óansæð, um tú ikki stendur teoriroyndina ella verkligu koyriroyndina. Tú kanst í fyrsta lagi fáa koyrikortið aftur, tá tú bæði hevur staðið teoriroyndina og verkligu koyriroyndina.

Tað kostar 550 kr. at fara upp til eina eftiransandi koyriroynd eftir eina treytaða frádøming. Umframt tað skalt tú rinda fyri lán av einum góðkendum skúlavogni til koyriroyndina og møguliga frálæru á einum koyriskúla.

Um tú hevur koyrikort til meira enn ein koyrikortsbólk og ikki stendur royndina 3 ferð á rað, fær tað stórar avleiðingar fyri teg. So missir tú rættin til allar koyrikortsbólkar og skalt endurtaka hvønn bólk einsæris. Tvs. at tú skalt standa teori og verkliga koyriroynd í øllum koyrikortbólkum, sum tú ynskir at endurtaka.

 

Scroll to Top