Eitt klipp er ein skráseting av tínum broti í telduskipanini hjá politinum. Eitt klipp er galdandi frá tí degi brotið er framt og tey næstu 3 árini. Eftir hetta verður klippið strikað. T.v.s. at øll klipp leypandi ganga út.
Halt skil á tínum egnu klippum
Um tú vilt kannað, hvussu mong klipp, ið eru skrásett um teg, skalt tú venda tær skrivliga til politiið. Av trygdarávum gevur politiið ikki slíkar upplýsingar á alnótini. Fært tú eitt klipp, er tað eitt gott hugskot at skriva dagin upp, soleiðis at tú sjálv / -ur heldur skil á tí.
Tú fært eisini eina bót
Tá tú fært eitt klipp, fært tú eisini eina bót fyri brotið – á sama hátt sum áður. Klippikortið kemur sostatt ikki í staðin fyri aðrar ásetingar.
Um tú ikki viðgongur teg sekan ella tekur við bótini, verður málið lagt fyri rættin til avgerða.
Tú fær eitt klipp um tú: trýst her
(https://koyrilararin.fo//Klippikort)