Hvat er ein spøkilsiskoyrari?
Ein spøkilsiskoyrari er ein bilførari, sum á motorvegnum koyrir ímóti ferðsluni.
Nær er ein spøkilsiskoyrari?
Spøkilsiskoyrari verður ein teknisk sæð á tveir hættir:
1. Um ein koyrir inn á motorvegin eftir einum av vegunum sum er ætlaður til avkoyring hjá mótkoyrandi.
2. Um ein vendir á motorvegnum og koyrir ímóti ferðslurætninginum.
At bakka í neyðbreytini t.d. tí ein “líka” ikki varnaðist avkoyringina, ein skuldi eftir er eisini spøkilsiskoyring. Og júst líka vandamikið og ólógligt sum aðrir hættir fyri spøkilsiskoyring!
Hví eitur tað spøkilsiskoyrari?
Uppruna til orðið “spøkilsiskoyrari” er ógreitt. Ein natúrlig frágreiðing er møguliga, at teir flestu spøkilsiskoyrarar koma fram og fyri síðani at hvørva aftur eins og spøkilsir áðrenn teir verða tiknir ella gjørt álvarsaman skaða. Onglendingar kalla fyribrigdi “Ghost drivers” og týskarar “Geisterfahrer.” Í USA kallar man fyribrigdi meira natúrligt fyri “wrong way drivers”.
Hvussu mangan hendur tað?
Miðaltalið fyri spøkilsiskoyring í Danmark er ein um vikuna , tað verða skrásett uml. 50 spøkilsiskoyrarar um árið.
Hvør verður spøkilsiskoyrari?
Tað er ein sannroynd, at tað fyrst og fremst eru eldri, minnisveik og persónar sum eru ávirkaði av rúsdrekka, sum eru í vanda fyri gerast spøkilsiskoyrari.
Hvat skalt tú gera?
Kontakt skjótast gjørligt avvarðandi myndugleika
… ein spøkilsiskoyrari koyrir á tínari breyt? Far so langt út á høgru síðu á motorvegnum. Spøkisliskoyrarin heldur sum oftast, at hann er á einum tvey sporaður landavegi og vil í flestu førum koyra á høgru síðu – tað vil siga at hann koyrir á tínari yvirhálingarbreyt.
Slepp tær undan yvirháling. Minka um ferðina men samstundis tillaga ferðina, so at hini í ferðsluni ikki byrja at yvirhála. (be)