Hesa seinastu tíðina hevur Benny Ejdesgaard tikið eina útbúgving innan undirvísing í fyrstuhjálp. Útbúgvingin er góðkend av Dansk Førstehjælpsråd. Skeiðshaldarnir vóru Kjeld Klintø og Olav Øfverlind Pedersen sum báðir hava drúgvar royndir júst í tí at útbúgva fyrstuhjálpara instruktørar innan Dansk Røde Kors. Prógivð var handa hósdagin 4. juli
Tey sum á fyrsta sinni ogna sær eitt koyrikort, ella søkja um útgávu og endurnýggjan av koyrikorti til vinnuligan fólkaflutning til bólkarnar B og D skulu hava skeiðsprógv um fyrstuhjálp í ferðsluni, sum í mesta lagi má vera eitt ára gamalt, tá umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni.
Fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni er góðkendur av Dansk Førstehjælpsråd og fevnir um frálæru í 7 tímar, nevniliga 3 tímar í grundleggjandi uppafturlíving og 4 tímar í fyrstuhjálp í ferðsluni. Tá skeiðið í fyrstuhjálp í ferðsluni er framt, verður lætið eitt skeiðsprógv á góðkent oyðublað frá Dansk Førstehjælpsråd. Akstovan skal hava upprunaoyðublaðið, sum í mesta lagi má vera eitt ára gamalt, tá umsókn um koyrikort verður latin Akstovuni.
Fyrstahjálparskeiðið í ferðsluni verður hildi í hølinum hjá sp/f KOYRILÆRARIN Hoyvíksvegur 61, Tórshavn
koyrikort.fo