Ein 30 ára gamal maður í Havn var í Føroya Rætti í gjár dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava koyrt kapp fyrr í ár. Tað var í august mánað í ár, at tann 30 ára gamli og ein annar maður koyrdu kapp í býnum í Havn. Tá ið tann 30 ára gamli koyrdi móti ferðsluni, endaði tað við einum samanstoyti, tó uttan nakran serligan fólkaskaða. Maðurin hevur játtað seg sekan, og í gjár dømdi Føroya Rættur hann 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing, soleiðis sum ákærin hevði kravt. Harumframt fekk maðurin hálvtannað ára treytaleysa frádøming av koyrikortinum. Tann dømdi var ikki í rættinum, tá dómur var sagdur, og enn er tí ikki greitt, um hann fer at kæra dómin. [olivant.fo]