Keypt nýggjan skúlavogn

Hósdagin 16. januar var fyrsti túrurin við nýggja og sera snøgga og væl útgjørda skúlabilinum.
Bilurin er ein Kia Sportage 2.0; 184 HK. CRDI Plus AWD.

Kia Sportage 2.0
Tú kemur at koyra í einum Kia Portage fýrahjólstrekkjari – sum eru avbera væl umtóktir bilar, ikki einans her í Føroyum men um allan heimin. Kia Sportage bilurin er í allar mátar sera væl útgjørdur t.d. við góðum ljóðanleggi, radio, hita í setrinum og hita speglinum, ferðpilotur, leðursetur og leðurróður. Førarasetrið og róðrið kann stillast upp og niður, haðan øll ljóðskipanin eisini kann stýrast.

Scroll to Top