Klipp aftur økt

Sløk tvey ár eftir klippikortskipanin kom í gildið í Danmark, er nøgdin av klipp aftur økt, eftir eina langa tíð, hvar bilførarar ansaðu eftir. Síðsta ár klipti løgreglan 76.912 koyrikort. Teir fyrstu sjey mánaðirnar av 2007 eru longu givin 121.515 klipp. Anders Bryld Hansen, varaløgregluleiðari í Suðurjútlandi sigur ” Nakað bendur á, at fólk ikki hava somu virðing fyri klippikortskipanini sum áður”. (be)

 

Scroll to Top