Klipp í koyrikortið

Klipp í koyrikortið eitt gott átak og ein bati fyri ferðsluna

Skipanin við klippum í koyrikortini fyri brot á ferðslulógina verður sett í gildi í Føroyum 1. januar. – Henda skipan er eitt gott átak og ein bati fyri ferðsluna, heldur Jan Fossáberg frá ferðslupolitinum, sum er sera væl nøgdur við skipanina.

– Tey tingini, sum fylgja við skipanini við klippi í koyrikortið, herða ferðslulógina munandi. Tað er gott, tí klippunum læra vit av. Í dag, tá flest fólk hava nógvar pengar um hendi, hjálpa bøturnar so lítið, tí tær ofta eisini eru pínliga lítlar, sigur Jan Fossaberg.

– Um fólk til dømis vita, at tað kann koma at kosta eitt klipp í koyrikortið, at tú rennir á bilin frammanfyri, tí tú ikki hevur hildið frástøðuna, so fara fólk at ansa betur eftir, sigur ferðslupolitisturin, ið væntar, at klippini fara at fáa fólk at ansa betur eftir í ferðsluni. (uf)

 

Scroll to Top