– Onkur helt fyri at øll familjan fekk áhuga fyri tilfarinum og endin var at øll familjan sat og hugdi eftir, sigur Benny Ejdesgaard.
Fleiri koyrilærarar hava sýnt áhuga fyri “TEORI VIÐ GARANTI”
“TEORI VIÐ GARANTI” verður at fáa til keyps frá 1. Juli. Í fyrsta umfari kann fáast fatur á útgávuni við at ringja til KOYRILÆRARAN á far.737475, meiningin er at útgávan skal fáast til keyps í handlinum eisini.
– Eg havi í eina tíð testa “Teori við Garanti” við ymiskum næmingum og fólki sum skulu taka koyrikortið umaftur. Úrslitini vóru ómetaliga góð, øll stóðu royndina fyrstu ferð.