Komandi teoriroynd avoldað

Í nærmastu framtíð verður nýggja útgerðin, til ástøðistoyndina, á Akstovuni tikin í brúk. Tilfarið eru ljósmyndir sum næmingarnir síggja á einari teldu frammanfyri sær. Myndirnar eru gamlar danskar ljósmyndir, við føroyskari talu, tað vil siga, at næmingurin sær myndirnar sum ikki eru úr tí umhvørvið sum hann til dagliga ferðast í. Próvførslan hjá Akstovuni er helst, at næmingurin skal kunna ferðast við bili óansæð hvar hann er, men her skal so sigast, at ein tílík próvførsla ikki er góð nokk. Atlit eigur verða tikið til hvønn einstakan næming so hann kann kenna seg aftur í teimum myndum hann sær – ivist í um danska løgreglan hevði vilja sýnt føroyskar myndir í teirra hølum. Ráði fyri Størri Ferðslutrygd í Danmark og Dansk Kørelærer Union eru samd um, at ástøðisroyndin (teoriroyndin) til koyrikortið er avoldað. Stjórin í Ráðnum fyri Størri Ferðslutrygd í Danmark, René la Cour Shell, sigur, at tað er ein trupulleiki, at næmingarnir til ástøðisroyndina skulu hyggja eftir ljósmyndum, sum eru eldri enn tey sjálvi. (BE)

Scroll to Top