Koyr við automatgiri
Lær at koyra í bili við automatgiri
Fleiri og fleiri koyra bil við automatgirum. Tað gerst alt vanligari at fáa sær koyrikort til automatgir, tí flestu bilar í dag hava automatgir.
Serliga tey, ið hava ilt við at handfara kopling og gir, fáa nú nógv størri møguleika at standa verkligu koyriroyndina.
Um ferðslan tykist fløkjalig og ørkymlandi, er lagamanni at byrja við automatgirum. Tú sleppur undan at hugsa um kopling og gir. Tú kanst harafturímóti hugsavna teg um ferðsluna. Tað verður nógv lættari at halda skil á ferðsluni, og av tí fært tú tann innara friðin, ið skal til fyri at koyra bilin trygt.
Lær at koyra í bili við automatgirum.
Tú fært frálæru í okkara heilt vanliga ástøðisbólki, men einasti munur er, at verkliga undirvísingin úti í ferðsluni fer fram í bili við automatgirum.
Skift frá automatgiri til handgir (manuelgir).
Gev gætur, at tú síðan einans kanst koyra bil við automatgiri!
Fært tú seinri hug til at koyra bil við handgirum, skalt tú upp til nýggja verkliga koyriroynd, men ikki upp til nýggja ástøðisroynd.
Vit bjóða tær ein framúr góðan møguleika.
Tá ið tú hevur koyrt eina tíð og kennir teg tryggari í ferðsluni, kanst tú «saðla um», so at tú eisini kanst koyra bil við handgirum.