Roykibann elvir til rúsdrekkakoyring og ferðsluvanlukkur
Roykibann á vertshúsum hevur við sær, at fleiri koyra við kenning. Tað vísir ein amerikonsk kanning. Kanningin vísir, at í teimum økjum, har tað er bannað at roykja á vertshúsum, eru talið á vanlukkum, sum standast av rúsdrekkakoyring, økt við 12 prosentum.Orsøkin er at fleiri koyra longur fyri at finna eitt vertshús, har tey bæði kunnu drekka og roykja. Granskararnir siga, at myndugleikar eiga at hava hetta í huganum, tá teir skulu taka støðu til roykibann á vertshúsum.
Kanninging verður almannakunngjørd í Journal of Public Economy (úf)