Koyrifrálæra framvegis eftir gamlari kunngerð frá

Hóast nýggj kunngerð um koyrikort varð sett í gildi 1. januar, verður enn undirvíst eftir gomlu kunngerðini frá 1966. Orsøkin er, at nýggja frálærutilfarið enn ikki er klárt. Eftir nýggju kunngerðini skulu øll, ið vilja upp til koyriroynd, hava havt í minsta lagi 22 koyritímar og 26 ástøðiligar tímar. Hetta eru 3 koyritímar fleiri, men 14 ástøðiligir tímar færri enn í dag. Endamálið við nýggju koyrikort-kunngerðini er at geva føroyingum eitt altjóða koyrikort, ið er javnsett við koyrikort í flestu londum. Føroyska koyrikortið skal vera á sama støði sum í ES-londunum, og tí skal koyrifrálæran eisini lúka somu krøv. [uf]

Scroll to Top