Koyrikort til 15 ára gomul ikki galdandi enn

Nú fara ung yvir 15 ár at sleppa at taka koyrikort. Tað verður lagt upp til í uppskoti um broytingar í ferðslulógini, sum landsstýrismaðurin við vinnumálum, Jóhan Dahl, hevur lagt fyri tingið.

Sambært einum uppskoti frá vinnumálaráðnum verður skipað so fyri, at ung, sum eru fylt 15 ár hereftir fara at sleppa at taka koyrikort til prutl. Tað er ein av broytingunum í ferðslulógini, sum Løgtingið fer at viðgera í morgin.

Eftir broytingunum í ferðslulógini verða prutl býtt í tvey sløg – smærri prutl og størri prutl. Ung, sum eru fylt 15, kunnu so slpppa at aka koyrikort til smærru prutlini, sum hava 30 kilmetrar um tíman, sum hámarksferð. Størru prutlini, sum ein skal vera 15 ár fyri at sleppa at koyra, hava 45 kilometrar um tíman sum hámarksferð.

Lógarbroytingin fer eisini at gera, at ung, sum eru fylt 15 ár, fara at sleppa at taka koyrikort til størru prutlini við 45 kilometra hámarksferð. Núgaldandi lóg sigur, at ein skal hava fylt 18 ár fyri at sleppa at koyra størru prutlini.

Tað vil siga, at broytingin í lógini er, at allýsingin av prutlum er broytt. Nú eru tey býtt í tveir bólkar: lítil prutl, sum 15 ára gomul kunnu taka koyrikort til (Higartil hevur 16 ár verið aldursmarkið) og stórt prutl, sum 16 ára gomul nú sleppa at taka koyrikort til. (Higartil hevur aldursmarkið veirð 18 ár)

http://ting.fo/

Scroll to Top