Koyrikortið kann verða mist á staðnum

Koyrir bilførari í vanligum bili skjótari enn 100 km/t í bygdum øki, har vanliga ferðmarkið er 50, kann løgreglan taka koyrikortið alt fyri eitt. Koyrikortið kann somuleiðis takast beinanvegin, um koyrt verður skjótari enn 130 km/t í óbygdum øki, har vanliga ferðmarkið er 80 km/t. Fyri tung akfør, til dømis lastbilar og bussar, eru reglurnar strangari. Broytingin í ferðslulógina umfatar eisini prutl, soleiðis at bert førarin má vera á einum prutli. Tað verður sostatt ólógligt at hava ferðafólk uppiá undir koyring og hetta verður revsað við bót. [ú.f]

Scroll to Top