Koyrilærarar fáa rokning frá Taks

Ein fyribils niðurstøða vísir, at hesir 10 koyrilærararnir hava givið tilsamans 2,2 milliónir krónur ov lítið upp, og haraftrat hava teir goldið 800.000 kr. ov lítið í meirvirðisgjaldi.

Skatturin og meirvirðisigjaldið, sum ikki eru goldin, verða kravd inn nú, og Taks umhugsar í løtuni, um sektarmál skulu reisast.

Tað var í heyst, at Taks boðaði frá, at eftirlitsfólk fóru at hyggja nærri at sjálvuppgávum og roknskapum hjá koyrilærarum. Hetta var ein liður í, at Taks velur ávísar yrkisbólkar burturúr fyri at kanna, um skatta- og avgjaldsreglurnar verða hildnar.

Taks sigur, at tað er ójavnt, hvussu fíggjarliga skilið er hjá einstaka koyrilæraranum, men støðan er ikki nøktandi, verður sagt

TAKS hevur atgongd til upplýsingar frá Akstovuni um hvussu nógvar næmingar koyrilærarnir hava havt til teori og koyriroynd, og tá hesir upplysingar verða settir saman við kostnaðinum av einum koyrikorti við teori og koyring, ber til at gera eina greiða meting av um roknskapurin er rættur.

Harafturat verða so eisini onnur viðurskifti í roknskapinum kannaði, eins og í einum vanligum eftirlitsátaki hjá TAKS.

Afturvendandi MVG-eftirlit
Umframt at kanna koyrilærarar, fer TAKS komandi tíðina at samanlíkna umsetning sambært roknskapi í mun til upplýsingar á innsendum mvg-uppgerðum.

Feløg og vinnurekandi, sum eru mvg-skrásett, skulu einaferð pr. ársfjóðring senda mvg-uppgerð til TAKS, har upplýst verður, hvat inntøkan hevur verið fyri hendan ársfjórðingin. (be)

Scroll to Top