Ein amerikanskur koyrilærari yvirkoyrdur.
Ein amerikanskur koyrilærari var noyddur við flúgvara at koma á sjúkrahúsið, tá hansara næmingur kom til at koyri inn í hann undir einum koyritíma.
Tað bleiv ein kostnaðarmikil koyritími fyri 30 ára gomlu Victoria Hosner úr Florida, tá hon herfyri koyrdi galið í einum undirvísingartíma.
Hon var so óheppin at traðka á spitaran og koyra aftureftir inn í sín koyrilærara, tann 51 ára gamla David Tanner. Victoria Hosner helt áfram at koyra í bakkgiri og elvdi skaða fyri meira enn 30.000 krónur.
“Tað var helt víst eitt óheld”, sigur David Hosner sum er maðurin hjá Victoria Hosners, til Naples Daily News.
Løgreglan er tó av tí áskoðan, at eyguni hjá kvinnuni vóru blóðsprongd og at hon luktaði av rúsdrekka. Ein roynd vísir somuleiðis, hann hon hevði eina promillu sum er meira enn hægst loyvda í Florida.
Hon kann tí væntað at verða ákærd fyri rúsdrekkakoyring, skaða á annans lutir og fyri at koyra uttan koyrikort. (be)