Koyrilærari skuldsetur

Netavísin Sjælland skrivar, at ein 52-ára gamal koyrilærari sum hevur bústað í Malmø var mánadagin handtikin og ákærdur fyri skjalafalsan.

Koyrilærarin – av kinesiskari uppruna – kom klokkan 8.15 til teoriroynd á politistøðini í Slagelse saman við einum holdið av kinesiskum næmingum.

Latin í sum næmingur fekk koyrilærarin atgongd til teorihølið, við tað at hann hevði skift eina mynd út í umsóknini. Próvtøkudómarin, sum framdi teoriroyndina, fekk illgruna til koyrilæraran, tá hann eftir øllum at døma gjørdi tekin til hinar næmingarnar um, hvussu teir skuldu svara spurningunum.  (be)

Scroll to Top