Ein nýggj svensk kanning hevur vakt ans, tí hon staðfestir, at kvinnur eru í nógv størri vanda sum bilførarar enn menn.
Bilsetrini eru bygd at verja menn, sigur henda kanning millum annað. Talan er um doktararitgerð frá universitetinum í Umeå í Svøríki, sum er skrivað av svianum Bertil Jonsson. Henda kanning hevur vakt miklan ans, eftir at svenski granskingarmiðilin Forskning og Framsteg gjørdi vart við hana.
Um ein kvinna situr handan róðrið, er hon 4,6 ferðir meira í vanda fyri at fáa skaða enn ein maður, um bilurin verður árendur aftanífrá, sigur Jonsson. Ein orsøk er, at kvinnur havaa veikari nakka enn menn, men størsta orsøkin er, at setrini eru sniðgivin til menn. Kvinnur eru smærri, og tí passar nakkastúttan ofta illa. Svenskar kvinnur eru í miðal 14 cm styttri enn menn.
Eisini eru serliga smærri kvinnur í vanda fyri at fáa skaða av airbag, sum blásast upp ov nær teimum. Rátt verður til, at fjarstøðan til róðrið og airbag-skipanina er minst 25 cm, men stuttbeint fólk sita mangan nógv nærri enn hetta.
Les grein á Forskning og Framsteg
Kelda: Edmund Joensen -123.fo