Ein svensk kanning staðfestir, at um menn koyrdu bil eins og kvinnur, vildu helvtina færri mannligir bilførarar doyð í ferðsluni Um menn koyrdu bil sum kvinnur, vildu helvtina færri menn doyð í ferðsluvanlukkum. Tað staðfesti svenski granskarin Katarina Bokstrøm á einum ferðsluskeiði, sum var fyriskipað av NTF í Svøríki. NTF er nakað tað sama sum Ráðið fyri ferðslutrygd hjá okkum. Hóast útrokningar taka hædd fyri, at menn koyra meira enn kvinnur, er tað ein sannroynd, at dupult so nógvir mannligir bilførarar doyggja í ferðsluni. Ein frágreiðing er at menn m.a. koyra skjótari, standa fyri tí mestu rúsdrekkakoyringini og gloyma ofta at spenna trygdarbeltið. Katarina Bokstrøm staðfestir út frá teirra kanningum, at talið á mannfólki, ið lata lív í ferðsluni, vildi fallið við yvir 30 prosentum, um teir yvirhildu hámarksferðina, ikki koyrdu ávirkaðir og spentu síni trygdarbeltir, skriva Sveriges Television á teirra heimasíðu. [portal.fo]