Landsverk keypt reingerðarbil

Herfyri kom ein nýggjur serútgjørdur bilur, ið skal nýtast til reingerð av landsvegakervinum. Serliga er tað eitt nú í tunlum, at ein skitin vegbreyt kann vera við til at verra sýnið fyri bilførarar, ið koyra í tunlunum.

Ætlanin er eisini at nýta bilin til at reinsa vegjaðarar, so linjurnar síggjast betri, eins og at reingerða vegbreyt og veggir í serliga teimum mest ferðslutungu tunlunum. Keypið er sostatt ein liður í strembanini eftir at hækka um ferðslutrygdina á føroyska vegakervinum.  

Nýggir bilurin kann somuleiðis nýtast til at reinsa eitt nú húsaveggir og bygningar annars. 

Til ber at leiga nýggja reingerðarbilin hjá Landsverki, sum hevur heimstað í Maskinmiðstøðini í Kollafirði. 

Um nakar ynskir at vita meira um bilin, ber til at ringja til Torkil Olsen, deildarleiðara á framleiðsludeildini, Landsverk, tlf. 290 841, ella til kunningartænastuna, tlf. 290 805.

kelda: http://landsverk.fo 

Scroll to Top