Øll rúsdrakkaávirkaði skulu nú á A/F – skeið

Verður koyrirætturin frádømdur treytaleyst vegna rúsdrekka- ella promillukoyring, skal viðkomandi eftir 1. janurar 2007, áðrenn endurtøka kann fara fram, hava fingð koyrifrálæru av nýggjum, A/F – skeið (alkahol- og ferðsluskeið) og hava staðið eina eftiransandi koyriroynd. Fyri rúsdrekkakoyring verður hann revsaður, sum koyrir ella roynir at koya motordrivið akfar eftir at hava drukkið so nógv rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 0,80o/oo. Fyri promillukoyring verður hann revsaður, sum uttan at vera sekur í rúsdrekkakoyring koyrir ella roynir at koyra motordrivið akfar eftir at hava drukkið so nógv rúsdrekka, at alkoholstyrkin í blóðinum, meðan hann koyrir ella aftaná, fer upp um 0,50o/oo. Sama er, um tann, sum hevur koyrt motordrivið akfar, og sekur ella ósekur hevur verið uppi í ella fyri ferðsluóhappi ella hevur verið eltur av løgregluni, og sum innan fyri 6 tímar eftir endaðan akstur tekur til sín rúsdrekka í tílíkari nøgd, at alkoholinnihaldið í blóðinum í nevnda tíðarbili ella aftaná fer upp um ávikavist 0,50o/oo og 0,80o/oo . Ásetingin hevur ikki gildi, um løgreglan hevur latið blóðroynd taka ella hevur gjørt av, at blóðroynd skal ikki verða tikin. Ongum loyvt at stýra ella royna at stýra, sum er so mikið ávirkaður av rúsdrekka, at hann ikki er førur fyri á tryggan hátt at koyra akfarið um so er kann viðkomandi verða ákardur fyri rúsdrekkakoyring. (be)

Scroll to Top