Nú síggjast avleiðingarnar av álvara av, at Akstovan sendi ein próvdómara til hús, tá ið sparingar skuldu fremjast á stovninum.
Í dag røkir ein próvdómari royndirnar kring alt landið, og henda støðan kann ikki góðtakast.
Bíðitíðin at sleppa upp til verkliga koyriroynd er økt munandi og táttar nú í hálvanannan mánað. Tað ber eisini í sær, at næmingur, sum stendur ástøðisroyndina í juni mánaði, kann ikki rokna við at sleppa upp til verkliga roynd fyrr enn langt eftir summarfrítíðina, ja, kanska ikki fyrr enn í septembur mánaði, m. a. tí at Akstovan hevur ongar verkligar royndir í tríggjar vikur mánaðarskiftið juli/august. Roknast kann sostatt í versta føri við einari bíðitíð í upp til hálvantriðja mánað.
Fleiri viku bíðitíð er long tíð og kann ikki góðtakast. Koyriundirvísingin kemur á henda hátt at liggja still í alt ov langa tíð, og tað er óheppið fyri næmingin.
Í Danmørk er kravið, at í mesta lagi 14 dagar ganga frá tí, at ástøðisroyndin er staðin, til næmingurin er sleppur upp til verkliga roynd. Hvørki Ríkispolitiið ella danski løgmálaráðharrin góðtaka bíðitíð, ið fer út um 14 skrivstovudagar.
Tískil eru einastu ráðini, og ein innilig áheitan, at landsins myndugleikar sýna ábyrgd og játta pening til ein próvdómara afturat – skjótast til ber. Í løtuni ræður fullkomin ruðuleiki á økinum. (be)