Lýsingarskeltir eru vandamikil fyri ferðsluna

Ein kanning í Onglandi vísir at lýsingarskeltir kunnu vera sera vandamikil fyri ferðsluna. Serliga tá talan er um lýsingar við hálvnaknum konufólki á. Heili 20% av monnunum játtaðu, at teir hava mist ella hálvavegna hava mist tamarhaldið á bilinum av lýsingarskeltum við hálvnaknum konufólki á. Konufólk eru tó ikki so nemm at ørkymla, tí einans 10% av kvinnunum játtaðu at hava mist ella halvavegna hava mist tamarhaldið á bilinum av lýsingarskeltum við hálvnaknum mannfólki á. (knassi.net)

Scroll to Top