Lítlan bil?

Smáir bilar eru vældámdir
Fleiri og fleiri ynskja sær ein lítlan bil, men hóast hetta er hesin helst í minna lagi. Talan er um heimsins minsta, ið er avmyndaður í London

Hesin pinkubilur er nevndur Peel P50, og hann hevur loyvi at koyra á alfaravegi. Á myndini omanfyri stendur hann parkeraður uttan fyri nýggja heim sítt, hitt kenda Ripley\’s Believe It Or Not! Museum, ið liggur við Piccadilly Circus mitt í London. hesin pinkubilur verður frá í dag partur av framsýningini í hesum savnið, ið sýnir fram eitt breitt úrval av undarligum og ótrúligum lutum
Tríhjólaði pinkubilurin er heimsins minsti bilur, sum hevur verið hópframleiddur. Hesir bilar vórðu frameiddir í 60-unum av bilasmiðjuni Manx Peel Engineering Company. Íalt vórðu 50 bilar av hesum slagi framleiddir og seldir í Bretlandi. Teir vóru sera bíligir at keypa. Prísurin tá lá undir 200 pund. Mett verður, at einir tjúgu av hesum pinkubilunum framvegis koyra, og prísir á heum liggur millum 35000 og 50000 pund. (123.fo)

Scroll to Top