Álvaratos, hatta kann ein ikki bjóða vaksnum fólki.!

Álvaratos, hatta kann ein ikki bjóða vaksnum fólki.!

Den er gruelig gal, Johan Dahl!

Nú hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum eftir øllum at døma fullkomiliga mist tamarhaldið á einasta almenna stovninum, ið kastar nakað av sær innan hansara øki, nevniliga Akstovuni.

Ongantíð áður hevur bíðitíðin eftir at sleppa upp til koyriroynd verið so drúgv sum nú, og tað kann ein ikki bjóða fólki, ið gjaldar fyri eina tænastu.

Akstovan skal hava avlop av rakstrinum hvørt ár. Seinastu 10 árini hevur hennara íkast verið á leið 10 milliónir til samans. Kortini er eingin peningur tøkur nakra staðni, so at eitt fólk kann setast afturat til at taka sær av koyriroyndum. Bíðitíðin at sleppa upp er farin um 30 yrkadagar. Hvørjar eru fylgjurnar av tí?

Jú, í Suðuroy ganga 10 mans og bíða eftir at sleppa upp til koyriroynd til lastbil – áðrenn teir aftur sleppa í gongd við treylaran eftir drúgva bíðitíð. Teir kunnu ikki søkja sær nakað starv enn á sinni, tí landsstýrismaðurin finnur ikki út av at loysa trupulleikan, ið hann kennir til og hevur vitað um leingi.

Og soleiðis er skilið um landið alt. Tíggjutals ungdómar, ið fyri langari tíð síðan hava staðið ástøðisroyndina, ganga so hámir og bíða eftir at sleppa upp til koyriroynd – í 4-6 vikur!

Fyri okkum, ið starvast sum sjálvstøðug vinnurekandi, er politiska stýringin størsti meinbogin fyri, at vit sleppa at røkja okkara uppgávur – og tað var tað seinasta, eg hevði væntað av hesari samgonguni.

Álvaratos, hatta kann ein ikki bjóða vaksnum fólki, ið gjaldar fyri eina tænastu.

Seinastu tíðina havi eg roynt at fingið orð á landsstýrismannin í vinnumálum, men hann er sum sokkin í havið – tó sæst hann koma uppundan at anda við hvørt saman við onkrum umboði fyri eitt hvørt oljufelag. Vónandi fær onkur, ið hevur lisið hetta, boðað honum frá hesum álvarsliga trupulleika – eina ferð afturat. Hann saman við Føroya løgtingi situr við Svarta Peri. Tað vita øll, hóast kortini verða hildin nær kroppinum.

Den er gruelig gal, Johan Dahl!

Hans J. Hermansen