Menn eru bangnir, tá kvinnur koyra bil

Yvir tvífalt so nógvir menn sum kvinnur verða dripin í ólukku við persónbili. 51 kvinnur doyðu í ferðsluni í 2009, vegna at tær vóru í einum bili, sum var við í einari ferðsluvanlukku. Sama talið fyri menn var 113

Allíkavæl eru nógvir menn nervøsir, tá teir koyra bil við konuni, vísir ein bretsk kanning gjørd av onepoll.co

Svensk kanning staðfestir, at nógvir menn ofta trýsta á eina “fiktiva bremsupedal” tá teir sita á setrinum við síðuna av kvinnuni tá hon er bilførari. Aðrir menn vísa sína óvissu við at taka hart fatur í seturkantin.

Menn hava ikki álit á, at unnustan kann koyra bilin á ein tryggan hátt. Men tað kunnu tær, vísia hagtølini.

les meira á : http://ekstrabladet.dk/biler/bil_nyheder/article1383980.ece#ixzz0va8E1OpC

(be)

Scroll to Top