Minst loyvda mynsturdýpd á summardekkum.

Eitt sindur um summardekk.
Dekkini eru ein sera umráðandi partur av bilinum, kanska tann mest umráðandi! Tað er nevniliga so at einasta samband bilurin hevur við vegin meðan koyrt verður, eru dekkini, og tann partur av dekkinum sum hevur samband við vegin er á stødd við áleið eina hondflatu.  So kann ein hugsa sær, at við ferð áleið 80-90 km/t, ella á motorvegi heilt upp til 130 km/t um dekkini ikki eru í ordan, so kann skjótt ganga heilt galið.
Minst loyvda mynsturdýpd á summardekkum til persón og vørubilar er 1,6mm. Tað er ikki serliga nógv, og tí viðmæla altjóða serfrøðingar, so sum FDM, NAF og ADAC minst 3mm á summardekkum, og 4mm á vetrardekkum.
Tá alt kemur til alt, so er tað altíð bilførarin sum avgerð hvussu trygt koyrt verður sigur Fríðrikur Bláhamar
stjóri í FirstStop Atlantic.

mynd: goodyear dekk

Scroll to Top