Nýggj koyribók á veg

Í verandi løtu verður arbeitt við at gera eina nýggja koyribók lidna sum skal verða tað ástøðiliga grundarlagið í koyrifrálæruni í føroysku koyriskúlunum. Tað er tann danska “Køreskolens teoribog” sum verður umsett til føroyskt. Tað hevur tað við sær, at tann ástøðiliga royndin sum í dag varir umleið 1 tíma, og hvar næmingurin fær eitt hefti við 60 spurningum, har hvør spurningur hevur 3 svar, har eitt er rætt , fellur burtur. Tað nýggja verður, at ástøðiliga royndin fer at vara uml. 30 min. Royndin er skrivlig og verður gjøgnumførd við at framsýna eina røð av ljósmyndum við 25 myndum fram á ein stórskíggja, samstundis sum spurningar verða lisnir upp frá einum bandupptakara. Næmingurin fær eitt hefti við 25 spurningum. Til hvønn spurning eru 4 svar, har svarast skal “ja” ella “nei” til hvørt svarið. Sum nú er, kann næmingurin hava upp til 9 skeivleikar og standa royndina. Tann komandi royndin er hátta soleiðis at næmingurin kann hava upp til 5 skeivleikar og standa royndina. Av tí at vit í Føroyum hava nakrar ferðslulógir sum víkja frá teimum donsku, kann hugsast at nakrar broytingar verða.

Scroll to Top