Hendan avgerðin varð tikin, eftir at Arbeiðseftirlitið kravdi at fáa inniumhvørvið í gula bygninginum kannað, og kanningin vísti, at umhvørvið als ikki er nøktandi. Harafturat skulu skúlastovurnar eisini brúkast til at nøkta tørvin hjá skúlanum, tí næmingatalið komandi skúlaár verður størri.
Skúlin í Hoydølum hevur javnan verið frammi í miðlunum í sambandi við vánaligt inniumhvørvi. Í hesi loysnini, sum er ein fyribilsloysn, til Skúladepilin í Marknagili verður bygdur, eru umvælingar gjørdar í høvuðsbygninginum og í Gamla Húsi, eitt nú at tetta bygningin, seta nýggja ventilatiónsskipan upp í flestu skúlastovunum, gera umvælingar í matstovuni og í køkinum umframt aðrar ábøtur. Takið á høvuðsbygninginum varð skift í fjør.
Ewald Kjølbro, leiðari á bygningadeildini á Landsverki, ið hevur prosjektleiðsluna, upplýsir, at uppsetingin av nýggju lonini – hóast trongan tíðarkarm – gongur skjótari enn væntað.
– Við hesum, sum nú er og verður gjørt, hava vit roynt at tryggjað okkum, at inniumhvørvið fer at batna munandi, sigur Ewald Kjøbro. (landsverk)