Nýggj nevnd vald

Jari Lykke formaður 

Koyrilærarafelagið hevði fríggjadagin 24. apríl eykaaðalfund og var nýggj nevnd vald.

Niels Petur Olsen ynskti ikki at halda fram sum formaður, samstundis sum Stanley Olsen og John Christiansen sum vóru í nevndini, ikki møtti upp til eykaaðalfundin var avgjørt at velja  onnur í teirra stað.

Jari Lykke var valdur sum formaður. Fyri Stanley og John vóru Andrea Isaksen  og Benny Ejdesgaard vald í nevndina, nevndin fer ein av komandi døgunum at skipa seg.

Á fundinum var millum annað ynski frammi, um at fáa eitt búmerkið, sum limirnir í koyrilærarafelagnum kunnu brúka á skúlavogninum og í lýsingum, um teir ynskja tað.  

Jari Lykke sigur víðari, at onnur ynskir vóru frammi,  millum annað, at limir í felagnum ikki skulu samstarva við ikki limir í felagnum. Skeið í fyrstuhjálp var eisini frammi. Eisini var ein hálkibreyt uppi at venda á fundinum. Hetta er nakað av tí, sum komandi nevndin fer at hyggja nærri eftir sigur Jari Lykke at enda. (be)

Scroll to Top