Koyrilærarin Benny Ejdesgaard hevur nú sum tann einasti koyrilærari, eina tænastu at bjóða sínum næmingum, nemliga at næmingarnir fáa loyvi at royna seg at koyra í einum Peugeot 307 persónbili og einum Grand Vitara Jeep. Stóri fyrimunurin er sjálvandi at næmingurin sleppur at royna seg í einum minni og størri bili.
Jeppurin er útgjørdur við øllum nútímans hentleikum t.d.fartpilot, gott stereo-anlegg við nógvum møguleikum, sóltak, leðursetur, tónaðar rútar v.m.
Fyrsti næmingurn sum royndi Grand Vitara var Barbara.
Barbara sigur, at hon heldur enn fegin vil koyra í Grand Vitara Jeepinum og at bilurin er cool at koyra í og als ikki er so stórur sum hon hevði væntað.