Rådet for Større Færdselssikkerhed óttast, at mong børn vaksa upp við vánaligum kunnleika til ferðsluna og av tí sama verða vánaligir bilførarar. Orsøkin er, at mong børn ikki læra at súkkla, av teirri grund at teirra dagliga flutningstól er baksetrið í bilinum hjá foreldrunum. Rådet for Større Færdselssikkerhed ráða tí skúlar og foreldur til at súkkla meira við teirra børnum. (be)