Sum er krevst eingin undirvísing í at koyra prutl. Hetta heldur KOYRILÆRARIN / Benny Ejdesgaard vera skeivt og vandamikið, tí prutlførarar í útgangsstøðnum ikki vita nakað sum helst um til dømis víkiskyldu. Koyrilærarin heldur, at tað er reint hepni, at tað ikki henda fleiri vanlukkur, har prutl eru uppií.
Benny Ejdesgaard vónar, at foreldur til ung, ið vilja ogna sær prutl, fara at taka av tilboðnum um undirvísing, áðrenn tey ungu verða slept út í ferðsluna.
Bæði skúlavognur og prutl fara at vera frámerkt, meðan prutlvenjingin fer fram. Tilmelding er á fartelefon 737475 (Olivant)