Opel Eye ávarar bilførarar
um hámarksferð
Opel Insignia, sum er avloysarin hjá Vectra, kann frá komandi árið bert ognast í einari útgávu, sum kann lesa vegaskelti. Tann nýggja skipanin eitur Opel Eye og er eykautgerð. Í fyrstu syftu er tað tilskila Insignia, men stig fyri stig verður tað yvirført til hinar opelbilarnar. Opel Eye lesur og kennur vegaskeltir. Er tað t.d. eitt hámarksskelti á 80 km/t, lýsur eitt samsvarandi skelti á instrumentbrettinum á bilinum.
Opel Eye ávarar eisini um bilurin er við at fara av farbreytini (be)