General Motors ætlar kortini at skerja framleiðsluorkuna 20 prosent. Hvar skerjingarnar verða, er ikki greitt enn.
General Motors eigur eisini svensku bilverksmiðjuna Saab, sum er í vanda fyri at fara av knóranum. Óvist er, hvussu verður við Saab, eftir at svenska Koenigsegg í gjár slepti ætlanini um at keypa bilverksmiðjuna.