Eitt fullkomið forboð móti píkadekkum hevði kravt nógv meira salt á vegirnar. Samanumtikið hevði tað ikki verið betri, tí saltið fer eisini illa við vegunum. Sambært kanningar í øðrum londum er samanumtikið ikki ráðiligt ella samfelagsgagnligt at seta forboð móti píkadekkum. Men píkadekk við lættari, styttri og færri píkum slíta vegirnar minni, uttan tó at vera minni trygg enn píkadekkini, sum nú verða brúkt Og nú er ein kunngerð á veg, sum sigur, at 16. oktober í 2007 skulu tey, sum brúka píkadekk, brúka dekkini við lættari, styttri og færri píkum. Longu frá 1. mars næsta ár verður forboðið at selja hini píkadekkini(kelda:úf.)