PowerMeet sera væl eydnað

PowerMeet er ein kapping har motorsúkklur kappast um hvør súkkla hevur flestar hestakreftir. Motorsúkklurnar koyra upp á eitt rullufelt, sum so roknar út hestakreftirnar.

Einar 30 motorúkklur møttu upp til kappingina sum fór fram á einum testbonki.
Motorsúkklurnar vórðu bólkaðar eftir slag og stødd á motori, og tann súkklan, ið hevði flestar hestakreftir í sínum bólki var vinnari.

Vinnarar av kappingini vóru:
600ccm klassan vann Eiler Jacobsen, 750 ccm vann Heini Guttesen, 900 ccm vann Eyðfinn Rein, 1000ccm vann David Jørgensen, 1100ccm vann Jens M. Petersen og 2 cylindarar >800 vann Muddi Udbø.
Kappast verður eftir somu reglum sum  í Danmark. (be)

Scroll to Top