Eftir at promillan fór niður á 0,20, og reglurnar fyri frádøming av koyrikortinum vórðu herdar, er stórt fall á teimum, sum koyra ávirkað av rúsdrekka.
Tølini vísa, at í 2007 vóðru 199 fólk tikin, og í 2008 vórðu 165 fólk tikin. Fram til 1. oktober 2009 vóru 140 fólk tikin, og í 2010 vóru 99 fólk tikin.
Út frá tølunum sæst, at herðing av ferðslulógini hevur haft eina gagnliga ávirkan á rúsdrekkakoyring, at fólk hugsa seg um áðrenn tey seta seg aftan fyri rættið, ávirkað av rúsdrekka.
Fólk, sum hava fingið skaða í ferðsluni av rúsdrekkakoyring, eru eisini fækkað nógv, frá at tað tilsamans vóru 15 fólk í 2006, 14 fólk í 2007 og aftur 15 fólk í 2008, var tað í 2010 komið niður á 5 fólk. (be