Rúsdrekkaførarar skulu meldast til stjóran

Um ein rúsdrekkaførari verður tikin fyri aðru ferð, skal arbeiðsplássið hava boð, mælir danski løgmálaráðharrin Lene Espersen til. Lene Espersen leggur nú meira trýst á landsins donsku rúsdrekkaførarar. Framyvir vil arbeiðsgevari teirra fáa boð, um teir fyri aðru ferð verða tiknir við rúsdrekka í blóðinum. Grundleggjandi kunnu fólk í dag liva við teirra loyndarmáli og bróta lógina í teirra firmabili hvønn tann einasta dag. – Tí skal ríkisákærarin kunna geva upplýsingar til arbeiðsgevaran, um ein persónur sum er frádømdur koyrikortið, verður tikin fyri rúsdrekkakoyring. Sum lógin er nú, er tað einans teir almennu arbeiðsgevararnir, sum fáa boð, um ein av starvsfólkunum verður tikin fyri rúsdrekkakoyring.

Scroll to Top