Í eitt samdøgur varð ein 24-ára gamalur norðmaður frá Sunndal í Norra tikin fyri fýra ferðir at hava koyrt rúsdrekkakoyring. Fríggjadagin kl. 14.30 varð maðurin fyrstu ferð steðgaður eftir at hava koyrt skilaleyst framvið einum barnagarði. Eftir at koyrikortið var tikið frá honum og nakað av blóði sum varð sent til analysu slapp maðurin leysur aftur, tá var kl.16.00 Hálvan tíma seinri sat tann 24-ára gamli aftur aftan róðri. Ein løgreglumaður sum var á veg heim frá arbeiði varð varur við mannin sum koyrdi skilaleyst gjøgnum miðbýin. Tann 24-ára gamli varð aftur steðgaður. Hesaferð bleiv tað forklára honum, hvat tað ber við sær at hald er lagt á koyrikortið, og samstundis var hald lagt á billykilin. Tíman seinri bleiv hann aftur steðgaður, í einum nýggjum bili. Ein løgreglumaður fekk steðga manninum, og gav honum boð um at seta bilin frá sær. Det skal du bare gi f…i skal tann 24-ára gamli hava svara løgreglumanninum, sambært Aura Avís. Leygardagin seinnapartin kom tann fjórða og seinasta rúsdrekka-fráboðanin inn til løgregluna. Ein løgreglubilur varð sendur avstað fyri at taka sær av manninum. Aftur bleiv maðurin tappaður fyri blóði, og eftir at hava rannsaka tann 24-ára gamla varð komið fram á eitt til tvey gram hasj. Tað bleiv ráðført seg við løgfrøðing, og vegna av vandan fyri endurtøku, varð tann 24-ára gamli sendur í varðhald. Sunnumorgunin varð maðurin leyslatin. [be]