Rúsdrekkakoyring sitandi á grasklippara

Tað var í mai í fjør at maðurin hevði klipt plenuna heima hjá sær sjálvum. Eftir at hann varð liðugur, koyrdi hann víðari til móðir sína fyri at klippa hennar grasplenu . Arbeiði gekk skjótari enn ætlað, og hann hevði tí nakað av tíð til yvirs, áðrenn hann skuldi eta døgurða ein tíma seinri.

Sambært dómaranum koyrdi maðurin tí ein túr ígjøgnum bygdina. Hann koyrdi framvið skúlan og sá at grasið var voksið nakað nógv. Hann avgjørdi tí at gera nakað við tað. Men starvsfólkini á skúlanum vildi ikki hava eykahjálp. Tey bóðu mannin um at gevast. Sambært frágreiðingini hjá manninum, var eitt ella annað galið við grasplenuklipparanum við tí úrslitið at kann koyrdi inn í eina hurð og knústi nakrar glasrútar við inngongdina.

Í rættinum greiddi maðurin við grasplenukippparanum frá, at hann síðani koyrdi heim og byrjaði at drekka alkohol.

Nakrar tímar seinri kom løgreglan á dyrnar. Blóðroyndin vísti eina promillu á 2,36 og sambært  dómin skal eftirfylgjandi inntøka av alkoholið revsast um leið á sama stigi sum rúsdrekkakoyring.

Rætturin metti tað var undir linnandi umstøðum tí hámarksferðin  á grasplenuklipparin  er 7 km/t. um tíman. (Kelda: © NTB/ BE)

Scroll to Top