Seyðurin skal av vegnum

Hitt er at avmarka rættin hjá seyði í bygdum øki, tí hann etur urtagarðar hjá fólki og almennar viðarlundir.

Tingfólkini vísa á, at í Føroyum verður einki endurgjald latið fyri skaða, sum seyður ger. Men hvør hundaeigari noyðist at hava eina ábyrgdartrygging.

Fyri at beina seyðin burtur frá alfaravegi mæla tey fimm tingfólkini til, at festarar kunnu brúka pengar av festikontuni til hegn.

Krav um hegn kann setast teimum, sum eiga húsdjór, sum koma inn í bygt øki ella inn á veg.

Sambært hagtølum hjá Landsverki er seyður atvoldin til nógv fleiri ferðsluóhapp á landsvegunum enn rúsdrekka. Í fjør var seyður orsøk til 36 óhapp, rúsdrekka til 21.

Men verri enn so øll óhappini, sum standast av seyði á vegnum, verða meldað til politiið, tí tryggingarfeløgini fáa tríggjar ferðir so nógvar fráboðanir.

Niðurstøðan hjá Landsverki er, at meira enn triðja hvørt ferðsluóhapp á landsvegunum stava frá seyði á vegnum. (uf)

Scroll to Top